Málsetningur

KJ vil støðugt menna virksemið til at møta framtíðar krøvum frá tí einstaka kundanum og møta almennum marknaðarkrøvum. Okkara kundar skulu uppliva KJ sum ein álítandi og professionellan veitara, sum viðurkennir týdningin av skipaðum samskifti við marknað og kundar.
Kundarnir hjá KJ eru sera ymiskir og tí eru málbólkarnir eisini ymiskir.Okkara fokus hevur altíð verið, at veita góðar og álítandi vørur, ið eru egnaðar til tað endamál, ið tær eru ætlaðar. Eisini er tað týdningarmikið, at kundin kennir seg tryggan við at nýta okkara vørur, t.d. hvat viðvíkur haldføri, innihald av evnum o.l.
Okkara kundar skulu uppliva KJ sum ein veruligan og álítandi samstarvsfelaga, sum á einum fakliga høgum støði veitur tænastur, ið liva upp til tað okkara kundar vænta. Allir kundar, líkamikið stødd, skulu viðfarast professionelt.KJ vil nýta ISO-9001 standardin sum grundarlag fyri meginpartin av tænastunum hjá fyritøkuni. Okkara kundar skulu kunnast um at vit veita góðsku eftir hesi skipan