Tínir upplýsingar




    *Skjal skal viðheftast

    18 ár

    Kunning
    Goymslufólk á Hjalla

    Vegna økt virksemi, søkja vit eftir goymslufólki til deild okkara á Hjalla í Hoyvík, at setast skjótast gjørligt.

    Vit bjóða

    • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góða og skjóta tænastu.
    • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
    • Søla og ráðgeving.
    • Telefon- og teldupostavgreiðslu, vørumóttøku og vøruframsýningin.
    • Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.

    Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið.

    Vit vænta av tær

    Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Fyrimunur er um tú hevur miðnámsútbúgving sosum FHS, HH ella HTX og koyrikoyrt til persónbil.

    Løn og setanartreytir

    Løn og setanartreytir sambært sáttmála.

    Meir at vita

    Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tlf. 58 88 51.

    Umsókn

    Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. desember 2022, og skulu sendast til starv@kj.fo