Tínir upplýsingar




    *Skjal skal viðheftast

    18 ár

    Kunning
    Goymslulærlingur KJ Tórshavn

    Til goymslu okkara á KJ Tórshavn søkja vit eftir einum goymslulærlingi.

    Lærutíðin er 2 ár um tú hevur FHS ella Búskaparbreyt.

    Vit bjóða

    Vit bjóða:
    • Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á góða og skjóta tænastu.
    • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
    • Søla og ráðgeving.
    • Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.

    Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið.

    Vit vænta av tær

    Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult.

    Meir at vita

    Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tlf. 58 88 51.

    Umsókn

    Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. desember 2022, og skulu sendast til starv@kj.fo