Tínir upplýsingar




    *Skjal skal viðheftast

    18 ár

    Kunning
    Lærlingar til Maskinsmíð

    KJ søkir lærlingar til smiðjuna á Kambsdali at byrja skjótast gjørligt.

    Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir.

    Vit bjóða

    KJ er ein dynamiskt fyritøka, sum veitir tænastur og vørur til fiskivinnuna, alivinnuna og flutnings- og entrprenørvinnuna. Tá tú ert í læru hjá KJ, fært tú eina góða byrjan í tí føroyska vinnulívinum.

    Hjá KJ fært tú m.a. spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur og nógvar ungar starvsfelagar. Her sleppur tú undan matpakkanum, tí vit hava eina góða matarskipan og vit bjóða okkara starvsfólkum góðar tryggingar.

    Útbúgvingin

    Lærutíðin er fýra ár, men kann styttast, um tú hevur 1. & 2. skúlaskeið ella líknandi skúlaskeið. Stytting kann eisini verða givin, um tú hevur nógvar arbeiðsroyndir og ert eldri enn 30 ár. Skúlagongdin er í Føroyum.

    Meir at vita

    Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Birgir Samuelsen, tekniskan leiðara, á tel. 588856 ella umvegis bsa@kj.fo.

    Umsókn

    Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. mars 2024, og skulu sendast til starv@kj.fo ella umvegis heimasíðuna.