Tínir upplýsingar




    *Skjal skal viðheftast

    18 ár

    Kunning
    Maskinsmiðjur til KJ Tórshavn

    Vegna økt virksemi, søkja vit eftir smiðjufólki til verkstað okkara á Hjalla í Hoyvík, at setast skjótast gjørligt

    Vit bjóða

    Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
    Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
    Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.
    Egnan montørbil

    Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð, fyri at loysa uppgávurnar.

    Vit vænta av tær

    Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum maskinsmiður, entreprønørnaskin mekanikari ella líknandi, ella royndir við syn og viðlíkahald av trukkum og liftum. Koyrikoyrt til persónbil er ein fyrimunur.

    Løn og setanartreytir

    Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

    Meir at vita

    Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tlf. 58 88 51

    Umsókn

    Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. desember 2022, og skulu sendast til starv@kj.fo