Smiðjulærlingar
Til deild okkara á Kambsdali søkja vit lærlingar til verkstaðið at byrja skjótast gjørligt.
Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir.
Um KJ
KJ er eitt dynamiskt virki, sum tænir bæði fiski- og alivinnuni og byggi- og flutningsvinnuni. So tá ið tú ert í læru hjá KJ, fært tú eina góða byrjan í tí føroyska vinnulívinum.
Maskinsmiðjur
Lærutíðin er fýra ár, men kann styttast, um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið. Skúlagongdin er í Føroyum.
Meir at vita
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Urd Potts, rakstrarleiðara, á 588815 ella umvegis urd@kj.fo.
Umsókn
Umsóknir skulu sendast til starv@kj.fo
Umsóknarfreistin er 20. Mars. Vit gleða okkum at frætta frá tær.