Sandblásing & metallisering

Er ein deild hjá KJ og húsast í bygningi við nútímans sandblási-, metalliserings- og máliútgerð.

Eisini hava vit mobila útgerð, og ein 500 bar hátrýst- spulara. Við okkara mobilu útgerð hava vit sera góðar møguleikar at arbeiða úti, tildømis umborð á skipum, og tá talan er um størri ella fastar konstruktiónir.

“Vit koma til tað, ið ikki kann koma til okkum..”

Stutt um sandblásing

Besti og munadyggasti háttur at reinsa gamla máling og rust av jarni ella aluminium er við sandblásing.

Sandblásing gevur jarninum eina óslætta yvirflatu, soleiðis at metallisering og máling heftur væl á stálinum/ aluminiuminum. Vit hava sergjørt sandblásirúm. Allur stálsandur, sum vit brúka, verður samlaður saman aftur, reinsaður fyri støv og annað, alt sjálvvirkandi. Tá hetta er gjørt, er klárt at nýta sandin aftur.

Sandblásing er, sum navnið sigur, “sandur”, ella hvøss stálkorn, sum verða blandað við trýstluft, vanliga 4 – 10 bar. Hetta gevur, við røttum dysum, stálkornunum eina ferð upp á umleið 900 km/t, tá ið strálan rakar yvirflatuna á tí luti, ið reinsast skal.

Tað er ivaleyst tann munadyggasta mekaniska reins- ingin av eini yvirflatu og eisini tann mest ágangandi.

Stutt um metallisering

Metallisering er ein yvirflatuviðgerð við langari livitíð ímóti rusti og verður sum oftast nýtt til stál, ið stendur í aggresivum umráði.

Metallisering krevur at sandblást verður fyrst, fyri at tryggja metalliseringini festi í stáli – metalliserað verður við zinki, sum er sama tilfar, man nýtir til heitgalvanisering.

Tað finnast í dag ongar lakkeringar, sum standa mát við metallisering.

Um lakkering

Til lakkering hava vit tvær klimastýrdar kabinur.

Vit lakkera við airless ella luftsproytu, og nýta tað lakk, og uppfylla tey krøv, ið kundin ynskir.

Kapasitetur

Sandblásirúm

• Stødd L 14 x B 6,6

• Hurð H 5 x B 4.8

• Traverskrani Sandblásipottar 2 stk

Lakkeringsrúm

2 stk. stødd

L 14 x B 4.8 Traverskrani.

Kompressarar

• 1 stk. 21 m3

• 1 stk. 19 m3

• 1 stk. 9.4 m3

• 1 stk. 7.2 m3

Mobil útgerð

Komplett sett

Sky-lif

Vertikal wier hongdur arbeiðsplattformur.

Trykkspulari 500 Bar

Okkara 500 bar hátrýstspulari er mobilur, við tað at hann er bygdur á ein vogn.

Hann er sostatt sera lættur at flyta, hóast hann vigar 1500 kg.

Hann hevur ein dieselmotor sum drívmegi.

Tað einasta, vit ikki hava við okkum, er vatn.