Søga

PF. Kári Johannesen (KJ Hydraulik) byrjaði í 1978, tá Kári Johannesen gjørdi av at byrja egið virki innan hydrauliktænastu, serliga til føroyska fiskiflotan. Tey fyrstu árini helt virksemið til í kjallaránum hjá honum sjálvum.

Í 1983 vóru trý starvsfólk í arbeiði og í 1987 var talið komið uppá 10. Í 1987 varð flutt í nýggjan 600m2 bygning á Kambsdali. Í 1992 bleiv Hydro Tech Sp/f á Eiði stovnað. Kári Johannesen og Absalon Wolles áttu hetta virkið í felag. PF. Kári Johannesen (KJ Hydraulik) keypti í 1997 partapeningin hjá Absalon Wolles.

Hydro Tech menti seg til at vera ein miðstøð fyri framleiðslu, veitan og viðlíkahaldi av útgerð til ali- og smoltvinnuna. Niðurgongdin í alivinnuni frá 2001, kom at merkjast væl hjá Hydro Tech og í 2002 varð avgjørt at leggja virksemið hjá Sp/f Hydro Tech og PF. Kári Johannesen (KJ Hydraulik) saman.

Í mars mánaða í 2006 keypti KJ Hydraulik fyritøkuna Norð Trukk í Tórshavn sum broytti navn til KJ Norð Trukk. Hetta var eitt sjálvstøðugt felag sum KJ Hydraulik átti allan partapeningin í. Samstundis lótu vit eina deild av KJ Hydraulik upp sum søludeild í Tórshavn í leigaðum hølum, beint við síðuna av KJ Norð Trukk. Eftir at hava húsast á henda hátt til 2009 valdu vit at leggja felagið KJ Norðtrukk saman við KJ Hydraulik, søgdu leigumálið upp, og húsast nú bert undir egnum taki í Tórshavn, við verkstaði og søludeild.

Í 2007 bleiv niðari bygningurin á Kambsdali keyptur, og flutti umsiting, søla og goymsla í hendan bygningin.

Í 2009 bleiv Bedingin í Fuglafirði keypt.

Í 2010 stovnaði KJ Hydraulik felagið KJ Supply í Danmark.