Stuðul

STUÐULSPOLITIKKUR

Leiðreglur fyri útlutan av stuðli og gávum frá KJ

Um stuðulspolitikkin hjá KJ

KJ ynskir at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum samsvara við virðisgrundarlagið hjá felagnum og harnæst eisini eru til gagns fyri trivnað og samanhald fyri børn, ung, vaksin og eldri fólk í føroyska samfelagnum. Stuðul verður einamest játtaður til økir í landinum, har KJ hevur sítt virksemi.

Tað hevur týdning fyri KJ at veita stuðul til endamál, sum eru í tráð við virðisgrundarlagið hjá felagnum. KJ ynskir, at stuðulin skal verða við til at skapa trivnað, sosiala samveru, tilvitsku um umhvørvið og heilsufremjan.

Stuðulspolitikkurin er gjørdur fyri at tryggja, at KJ letur stuðul og gávur til ymisk endamál, ið eru í tráð við virðini í felagnum.

KJ stuðlar:

  • Átøkum og verkætlanum innan ítrótt og heilsufremjan
  • Átøkum og verkætlanum innan trivnað fyri børn og ung í Føroyum
  • Átøkum og verkætlanum innan trivnað og innliman av eldri fólki og fólki við avlami/breki
  • Átøkum og verkætlanum innan sjálvboði og vælgerandi endamál

KJ letur ikki stuðul til:

  • Politisk endamál
  • Ferðastuðul til skúlaflokkar
  • Verkætlanir uttanlands, ið ikki hava føroyskt tilknýti
  • Bókaútgávur ella framleiðslu av tónleiki*

*Tó at stuðul ikki verður latin til framleiðslu av bókaútgávum ella framleiðslu av tónleiki, kann felagið í ávísum førum játta at keypa eina mongd av útgávuni.

Hvør kann søkja?

Tað eru einans føroyskir borgarar, ið kunnu søkja um stuðul frá KJ. Borgarirnir kunnu umboða skúlar, feløg, ítróttarfeløg, vælgerðandi felagsskapir og aðrar felagsskapir, ið eru til gagn fyri føroyska samfelagið.

Viðgerð av umsóknum

Um ein ynskir at søkja um stuðul skal skrivlig umsókn latast inn til KJ. Munnligar umsóknir verða ikki viðgørdar. Stuðulsumsóknir, ið lúka treytirnar, verða viðgjørdar innanhýsis í KJ, og stuðlsumsóknirnar verða altíð viðgjørdar í trúnaði.

Ein stór mongd av stuðulsumsóknum verða sendar inn til KJ hvørt ár. Ein ávís stuðulsupphædd er sett av til stuðul og gávur hvørt ár, og kann KJ tískil ikki veita játtandi svar til allar stuðulsumsóknirnar, sum koma inn. Allir umsøkjarar fáa skrivligt svar.

Vit viðgerða umsóknir um stuðul síðst í hvørjum mánaði, undantikið í juli, august og desember. Er talan um umsóknir um størri stuðulsupphædd ella fasta stuðulsavtalu, verða hesar viðgjørdar 4 ferðir árliga – 15. februar, 15. mai, 15. august og 15. november. (ella fyrsta arbeiðsdag eftir nevndu dato)

Allar stuðulsumsóknir skulu sendast inn í góðari tíð. Stuðulsumsóknir, ið verða sendar inn tvær vikur undan at stuðulin skal brúkast, verða ikki viðgjørdar.

Send okkum tína umsókn um stuðul