Einki úrslit

Goymslulærlingar

Til goymslur okkara í Tórshavn og á Kambsdali søkja vit eftir goymslulærlingum.

 

 

Kundi tú hugsa tær, at verið partur av einum spennandi arbeiðsplássi og kundi tú hugsa tær eina góða byrjan í tí føroyska vinnulívinum?

Hjá KJ bjóða vit alt hetta. Kom við og tú fært tú eina spennandi útbúgving, ið er samansett av upplæring á læruplássinum og undirvísing á skúla í Danmark.

 

Sum goymslulærlingur fært tú nógvar spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur.

  • Tú lærir at keypa inn til goymslur okkara.
  • Tú lærir at seta vørur upp á pláss, og at skipa eitt gott goymslurúm.
  • Tú lærir at taka í móti kundunum og veita teimum eina góða tænastu umframt annað fyrifallandi arbeiðið.

 

Vit bjóða:

Tær at verða partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært nógvar ungar starvsfelagar, og lærumeistarar, ið stuðla og vegleiða, so tú fært eina áhugaverda og læruríka lærutíð í tryggum kørmun. Her sleppur tú eisini undan matpakkanum og vit  bjóða okkara starvsfólkum góðar tryggingar.

 

Lærutíðin:

Lærutíðin er 2 ár og 6 mðr. um tú hevur fólkaskúlan.

Lærutíðin er 2 ár og 5 vikur um tú hevur miðnám uttan búskaparbreyt.

Lærutíðin er 2 ár um tú hevur FHS ella búskaparbreyt.

 

 

Vit vænta av tær:

At tú er ert áhugað/ur at arbeiða við teldu, at tú er við uppá at læra nýggjar skipanir, og at taka móti kundunum við einum smíli. Um tú ert smæðin skalt tú ikki halda teg aftur, vit hjálpa tær gott í gongd.

 

Meir at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Debes Danielsen tlf. 727036 um deildina í Havn og Knút Vesturtún um deildina á Kambsdali á tlf. 727035.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi sum skjótast og  í seinasta lagi  25.juli 2025, og skulu sendast til starv@kj.fo og viðmerkjast hvørja deild søkt verður til. Eisini ber til at søkja við at brúka umsóknarfrymilin niðanfyri.

 

Størvini verða sett so skjótt sum røttu umsøkjarnir er funnir.

Arbeiðspláss
Kambsdalur og Tórshavn
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Fríggjadagur, 25. juli 2025

Søk starv