tænastur til
vinnuna á landi
KJ stendur við sítt lyfti um at tryggja kundanøgdsemi. Hetta verður gjørt við sterka toyminum av mekaniskum serfrøðingum, ið hava sergrein innan viðlíkahald, umvæling og sýn av maskinútgerð.
Saman við okkara stóra úrvali av eykalutum, tryggja vit styttri bíðitíð, soleiðis at títt virksemi gongur so væl sum gjørligt.
Sølubúð og goymsla
Í sølubúðum og á goymslum okkara í Tórshavn og á Kambsdali kunnu vit veita alskyns eykalutir og útgerð. Vit hava nógva vøru á goymslu, soleiðis at títt virksemið verður ávirka í so lítlan mun sum gjørligt. Goymslufólk okkara eru fús at hjálpa og tæna tær.
Vit hava allar vanligar eykalutir á goymslu til trukkar, gravimaskinur, entreprenørmaskinur og aðra útgerð.
Um tørvur er at fáa eykalutir og vørur heim til Føroyar, ið ikki eru á goymslu hjá okkum, so átaka vit okkum eisini hesa uppgávu. Søluráðgevar okkara finna fram til júst tí vøruna, ið tú hevur tørv á.
umvælingar, sýn og viðlíkahald
Smiðjurnar hjá okkum veita tænastur innan umvælingar, sýn og viðlíkahald av útgerð til entreprenør- og flutningsvinnuna. Smiðjan í Tórshavn tekur sær av trukkum, entreprenørmaskinum, lyftum og líknandi, ímeðan smiðjan á Kambsdali tekur sær av Palfinger kranum.
24/7 tænasta kring alt landið
Tað ber altíð til at fáa fatur á smiðju okkara, og vit veita 24/7 døgntænastu, um tørvur er á tí. Okkara smiðjufólk hava vælútgjørdar arbeiðsbilar, og eru klár at koyra út til stórar sum smáar arbeiðsuppgávur. Hetta tryggjar styttri bíðitíð hjá kundanum, og somuleiðis tryggjar tað at títt virksemið koyrir so væl sum gjørligt.
samband
Palle Larsen
Verkførari, Tórshavn
Petur Klein
Verkførari, trukkar
Edmund Hansen
Sýnsleiðari, LA & LSA
Áki Sørensen
Smiðjumeistari
Agnar Lassaberg
Tekniskur ráðgevi