Einki úrslit

tænastur til
sjóvinnuna

KJ stendur við sítt lyfti um at tryggja kundanøgdsemi. Hetta verður gjørt við sterka toyminum av mekaniskum serfrøðingum, ið hava sergrein innan viðlíkahald, umvæling og sýn av maskinútgerð.

Saman við okkara stóra úrvali av eykalutum, tryggja vit styttri bíðitíð, soleiðis at títt virksemi gongur so væl sum gjørligt.

Sølubúð og goymsla

Í sølubúðum og á goymslum okkara í Tórshavn og á Kambsdali kunnu vit veita alskyns eykalutir og útgerð. Vit hava nógva vøru á goymslu, soleiðis at títt virksemið verður ávirka í so lítlan mun sum gjørligt. Goymslufólk okkara eru fús at hjálpa og tæna tær.

Vit hava fleiri enn 20.000 serstakar lutir til sjóvinnuna á goymslu. Við skjótari veiting, eru vit klár fáa tær tað til vega, ið tær tørvar. 

Um tørvur er at fáa eykalutir og vørur heim til Føroyar, ið ikki eru á goymslu hjá okkum, so átaka vit okkum eisini hesa uppgávu. Søluráðgevar okkara finna fram til júst tí vøruna, ið tú hevur tørv á.

umvælingar, sýn og viðlíkahald

KJ hevur eitt álítandi toymi av dugnaligum mekanikarum, ið eru klárir alt samdøgrið at tæna tær, veri tað seg viðlíkahald ella umvæling av mekaniskari ella hydrauliskari útgerð ella skipanum.

Vit hava eisini eitt toymi av góðkendum sýnsfólkum, ið kunnu sýna bæði bjargingarbátar, davidar og kranar. Á hendan hátt tryggja vit, at útgerðin hjá kundum okkara er í besta standi og at hon lýkur krøvini, ið vinnan setur fyri dagin. 

24/7 tænasta kring alt landið

Tað ber altíð til at fáa fatur á smiðju okkara, og vit veita 24/7 døgntænastu, um tørvur er á tí. Okkara smiðjufólk hava vælútgjørdar arbeiðsbilar, og eru klár at koyra út til stórar sum smáar arbeiðsuppgávur. Hetta tryggjar styttri bíðitíð hjá kundanum, og somuleiðis tryggjar tað at títt virksemið koyrir so væl sum gjørligt.

samband

Birgir Samuelsen

Tekniskur leiðari

Áki Sørensen

Smiðjumeistari

Agnar Lassaberg

Tekniskur ráðgevi

Einar A. Petersen

Automatikdeildarleiðari

Edmund Hansen

Sýnsleiðari, LA & LSA

Petur Klein

Verkførari, trukkar

Knút Vesturtún

Goymsluleiðari, Kambsdalur