Einki úrslit

heildarloysnir til vinnuna á landi

Vit bjóða sera fjølbroytt vøruúrval til vinnuna á landi. Entreprenørmaskinur, trukkar, kranar, kavaútgerð, kloakk- og drekkivatnsrør, umframt mangt annað. Sí okkara vøruúrval niðanfyri.

VÍS FILMIN Í FULLARI LONGD

Vinnuleasing

Hvussu tú velur at fíggja maskinurnar kann fáa avgerandi týdning fyri raksturin av tíni fyritøku. KJ kann veita lagaligar leasingavtalur umvegis samstarvsfelagar, har útgjøld, veitingar og restvirði eru tillagað tínari fyritøku, so tú sleppur undan at brúka tøka peningin upp á maskinur.

Fylg við á
Instagram

STARVSLÝSING | VERKFRØÐINGUR ELLA FRAMLEIÐSLUTØKNINGUR 🧠  Vit hava nógv jørn í eldinum og nógvar spennandi verkætlanir eru fyri framman. Vit leita eftir verkfrøðingi til projekterings- og eftirlitsarbeiði. ✏️  Er hetta tú?

3 0
GOYMSLULÆRLINGUR TIL KJ Á HJALLA 📦
Til goymslu okkara í Tórshavn søkja vit eftir einum ágrýtnum og nærlagdum goymslulærlingi, sum fær ein virknan leiklut í dagliga arbeiðinum á goymsluni og sølubúðini á Hjalla.
Lærutíðin til logistikkatstøðing er 2 ár um tú hevur FHS ella Búskaparbreyt, og 2 ár og 6 mánaðir uttan miðnámsútbúgving. Skúlagongdin er í Danmark. 📚
Starvið verður sett skjótast møguligt og er lønt eftir galdandi sáttmála.

0 0
LÆRLINGAR TIL SMIÐJUNA Á HJALLA 🔧
KJ á Hjalla søkir lærlingar til entreprenørmekanikarar. Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir. KJ søkir lærlingar til at byrja skjótast gjørligt á smiðjuni á Hjalla. ⚙️
Hjá okkum sleppur tú undan matpakkanum, tí vit hava eina góða matarskipan og vit bjóða eisini okkara starvsfólkum góðar tryggingar. 😉
 Umsóknarfreistin er 27. apríl 2025.

0 0
KJ SØKIR INNKEYPS- OG SØLUFÓLK  KJ søkir eftir einum ágrýtnum, eldhuganum og tænastusinnaðum fólki til sølu- og innkeypsdeildina á Kambsdali.  Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi og avjbóðandi starv, har tú frá fyrsta degi kanst gera tína ávirkan galdandi. Tú gerst partur av einum nærlagdum og virkisfúsum toymi, ið hvønn dag veitir loysnir, vørur og tænastur til vinnulívið í Føroyum og uttanlanda. 💪🏼  👉🏼 Les meira her: Link í Bio, ella https://www.kj.fo/job-opening/folk-til-solu-og-innkeypsdeildina-hja-kj/

4 0
🔧 KJ SØKIR LÆRLINGAR TIL MASKINSMÍÐ 🔧  Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir. KJ søkir lærlingar til maskinsmíð at byrja skjótast gjørligt á smiðjuni á Kambsdali. 💪🏼  Hjá okkum sleppur tú undan matpakkanum, tí vit hava eina góða matarskipan og vit bjóða eisini okkara starvsfólkum góðar tryggingar. 😀  Umsóknarfreistin er 01. februar á miðnátt! 🕛  ➡️ Les meir um starvið her: https://www.kj.fo/job-opening/laerlingar-til-maskinsmid/

4 0
❄️KAVAÚTGERÐ Í HEIMSKLASSA ❄️
Tað er umráðandi at kommunur, fyritøkur, grannaløg og onnur eru klár, tá fyrsti stórkavin leggur seg. Vit veita útgerð til bæði tær størstu og minstu maskinurnar. 💪🏼  Vit hava nógva kavaútgerð á goymslu, m.a.
➡️ JCB 403 gravimaskinur
➡️ Volvo L 35 gravimaskinu
➡️ Kavaplógv
➡️ Saltspreiðarar
➡️ Kustar
➡️ Saltsilo
➡️ Ketur og kavadekk
➡️ og mangt annað
Er vøran ikki á goymslu kann hon bíleggjast heim og veitast innan stutta tíð! 📦  Kom framvið á deildini á Hjalla til ein kaffimunn og gott prát. Sølumenn okkara eru klárir at ráðgeva og veita tær ein góðan prís! 😀  Jan | +298 58 88 51 | jbs@kj.fo 
Bogi | +298 58 88 53 | boha@kj.fo

13 0