Trukkar og goymslutøkni
KJ selur og veitir tænastu uppá Linde gaffiltrukkar og goymslutøkni. Linde trukkarnir eru teir mest framkomnu og mest økonomisku trukkarnir á marknaðinum, og fáast sum el og diesel í støddum frá 1t til 45t. Eisini veita vit plattavognar frá Linde. Til tær stóru og tungu uppgávurnar kunnu vit bjóða stakkarar og størri trukkar frá Konecranes.
trygga loysnin
til innanhýsis logistikk
Táið tað kemur til trukkar, so leikar Linde í síni egnu liga. Í fleiri áratíggju hevur Linde sett standardin fyri trukkar kring allan heim, og eru teir eisini framleiðarin handan fleiri av slóðbrótandi tøkniligum førleikum, ið tryggja effektivan flutning av góðsi og vørum.
Linde bjóðar sergjørdar trukkar til alt slag av logistikk avbjóðingum, í øllum vinnugreinum og til allar hugsandi arbeiðsuppgávur. Sama um tín ynskir bensin, diesel, el, hydrogen ella okkurt heilt fimta, sum høvuðs orkukeldu.
Felags fyri allar Linde trukkar er, at tað er teirra innbygda góðska sum gera teir produktivar, tryggar og ergonomiskar.
Vit bjóða eisini heavy-duty trukkar og stakkarar frá Konecranes, sum í 2013 fóru í strategiskt samstarv við Linde.
Diesel trukkar
Við framkomnum brennimotori, eru trukkarnir frá Linde eitt flaggskip fyri ídni og effektivitet, og hava teir verið tað í fleiri ár. Trukkarnir hava lyftikapasitet úr 1.4 upp í 18 tons.
Samanrenningin av hydrostatiskari orku, dupultari pedalskipan og Linde Load Control, ger tað møguligt hjá trukkføraranum at avrika í mest krevjandi umstøðunum, við neyvleika í hásæti. Effektiva styrkin og framúr møguleikarnir gera, at trukkurin altíð hevur orku tøka.
el trukkar
Linde bjóðar eitt fjølbroytt úrval av el trukkum sum kunnu lyfta úr 1000 kg og upp í 8000 kg. Teirra styrki liggur í teirra neyvleika og fleksibiliteti, sum gevur teimum møguleikan at avrika væl og stabilt.
Linde hevur ment eina framkomna tøkni við anti-spin undir lyfting, so tað gerst lætt at flyta vørur og annað. Allir el trukkar frá Linde eru brúkaravinarligir og eru viðlíkahaldsfríir og kompaktir, og hetta ger tað møguligt at fremja arbeiði við millimeturs-neyvleika.
Goymslutøkni
Elektriskir plattalyftarar: Útgávurnar við elektriskari orku hava eisini máttmiklar motorar, sum Linde hevur sett saman við skjótt-reaktivum bremsum. Oftani er talan um fleiri bremsuloysnir, ið samvirka. Hetta er flutningi frá A til B ikki bara skjótan, men eisini tryggan. Lyftikapasiteturin á plattalyftarunum er úr 500 til 3.300 kg.
Stáplarar: Stáplarar eru í trimum útgávum: manuellir, semi-manuellir og fult elektroniskir. Manuellir – eisini kendir sum hydrauliskir – brúka hydrauliska lyftiskipan, sum ger, at tað skal meir til, fyri at lyfta tungt við teimum. Semi-manuellir stáplarar hava ein lyftimotor, men flutningurin er manuellur. Elektriskir stáplarar hava bæði ein lyftimotor og ein koyrimotor. Linde Material Handling stáplarar eru 100% elektroniskir, uttan undantøk.
Reach lyftarar: Allar útgávur eru kostnaðarlækkandi at viðlíkahalda, takka veri lítla tørvinum á viðlíkahaldi av deilum og við longum viðlíkahaldsintervallum. Fyritøkur kunnu velja rætta trukkin til teirra tørv, úr einum stórum og breiðum úrvali. Hesir reach lyftarar hava eina masturshædd upp í 14 metrar og kunnu lyfta upp í 2.5 tons.
KOnecranes
Í 2013 fóru Konecranes og Linde Material Handling undir strategiskt samstarv av framleiðslu og menning av heavy-duty maskinum, sum tryggjaði jaliga menning í framtíðini.
- Trukkar 10-65T
- Stakkarar
- Liftace
- Serbygdar loysnir
samband
Jann Johannesen
Søluráðgevi
Petur Klein
Verkførari, trukkar
Jan Brixen Sørensen
Leiðari Tórshavn