Einki úrslit

Privatlívspolitikkur

KJ hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar sambært reglugerðini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar.

Sambnad

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað umvegis fylgjandi møguleikar:

KJ Hydraulik P/f

Fagragil 1

FO-530 Kambsdalur

Faroe Islands

V-tal: 405698

Tel +298 40 70 00

info@kj.fo

Viðgerð av persónsdata

Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur.

Møguligir kundar

Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

Hesar upplýsingar verða savnaðar sambært fylgjandi lógarheimild: Heimilað áhugamál, sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur. 

Kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:

Persónupplýsingar um kundar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

Hesir upplýsingar verða savnaðar sambært fylgjandi lógarheimild:

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvi, og vit strika tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

Veitarar og samstarvsfelagar

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupp- lýsingar um teg:

Persónupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

Hesar upplýsingar verða savnaðar sambært fylgjandi lógarheimild:

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit strika tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

Starvsumsóknir/umsøkjarar

Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at  svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er ”Heimildaðu áhugamál, sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini”.

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setanarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingarnar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi:  Heimilaðu áhugamál. Tað eru áhugamálini hjá bæði felagnum og tí skrásetta, at persónupplýsingarnar verða viðgjørdar í samband við setanartilgongdina.

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl strikað. Um ynski er at goyma umsóknina og fylgiskjøl, skal felagið hava samtykki til hetta.

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verður avgjørt um umsóknin skal goymast, so skjótt sum hon er móttikin. Um niðurstøðan er, at hon skal goymast, verður biðið um samtykki frá umsøkjaranum at goyma umsóknina, annars verður noktandi svar sent, og umsóknin strikað beinanvegin.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Aðrir upplýsingar um viðgerð

Trygd

Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk til tess at fyribyrgja, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðar, almmannakungjørdar, burturblivnar, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina.   Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlóginia § 7

Dataminimering

Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsdata, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.

Dagført data

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tíni persónsdata. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum, myndugleikum sum t.d. TAKS, peningastovnar o.s.fr. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið endamál. Í týðandi førum verður dáta víðarigivið til sakførarar, inkasso, peningastovnar og flutningsfeløg osv.

Vit brúka bert dataviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í rætt lag, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.  Hetta kann koma fyri í teimum førum, har móttakarin er í USA, so sum til talgildar og/ella sosialar miðlar.  KJ  er á sosialu miðlunum  Facebook, Instagram og Linkedin, umframt at møguleiki eisini er at samskifta við fyritøkuna á Messenger.

KJ hevur tvær  Facebooksíður og eina Instagramsíðu og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Facebook her.  KJ hevur eisini ein vanga á Linkedin, og privatlívspolitikkuirn hjá Linkedin er her.

Tíni rættindi

Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum

Dagført: 9. januar 2024