Einki úrslit

virkin viðleikari hjá sjóvinnuni

Sjóvinnan og fiskivinnan hava verið ein týðandi partur av virkseminum hjá KJ síðani felagið varð stovnað í 1978. KJ er ein virkin viðleikari hjá sjóvinnuni og fiskivinnuni, og vit veita útgerð og tænastur til øll sløg av skipum og virkjum.

Við sera dugnaligum smiðjum og kanska føroya størstu maskinteknisku goymslu, við yvir 20.000 ymiskum eykalutum til sjóvinnuna og fiskivinnuna, kunnu vit veita skjóta og góða tænastu – 24/7.

VÍS FILMIN Í FULLARI LONGD

Fylg við á
Instagram

ynskir @jkpcontractors tillukku við nýggja kranabilinum.
KJ hevur levera #palfinger krana og uppbygging umvegis @storbilar  Hesin er ein Palfinger PK300 TEC við flyjib og spæl, monteraður á ein #volvofmx540 við veirheis  Hevur tú tørv á nýggjum krana, ella størri krana - set teg í samband við okkum!

6 0
STARVSLÝSING | VERKFRØÐINGUR ELLA FRAMLEIÐSLUTØKNINGUR 🧠  Vit hava nógv jørn í eldinum og nógvar spennandi verkætlanir eru fyri framman. Vit leita eftir verkfrøðingi til projekterings- og eftirlitsarbeiði. ✏️  Er hetta tú?

3 0
GOYMSLULÆRLINGUR TIL KJ Á HJALLA 📦
Til goymslu okkara í Tórshavn søkja vit eftir einum ágrýtnum og nærlagdum goymslulærlingi, sum fær ein virknan leiklut í dagliga arbeiðinum á goymsluni og sølubúðini á Hjalla.
Lærutíðin til logistikkatstøðing er 2 ár um tú hevur FHS ella Búskaparbreyt, og 2 ár og 6 mánaðir uttan miðnámsútbúgving. Skúlagongdin er í Danmark. 📚
Starvið verður sett skjótast møguligt og er lønt eftir galdandi sáttmála.

0 0
LÆRLINGAR TIL SMIÐJUNA Á HJALLA 🔧
KJ á Hjalla søkir lærlingar til entreprenørmekanikarar. Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir. KJ søkir lærlingar til at byrja skjótast gjørligt á smiðjuni á Hjalla. ⚙️
Hjá okkum sleppur tú undan matpakkanum, tí vit hava eina góða matarskipan og vit bjóða eisini okkara starvsfólkum góðar tryggingar. 😉
 Umsóknarfreistin er 27. apríl 2025.

0 0
KJ SØKIR INNKEYPS- OG SØLUFÓLK  KJ søkir eftir einum ágrýtnum, eldhuganum og tænastusinnaðum fólki til sølu- og innkeypsdeildina á Kambsdali.  Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi og avjbóðandi starv, har tú frá fyrsta degi kanst gera tína ávirkan galdandi. Tú gerst partur av einum nærlagdum og virkisfúsum toymi, ið hvønn dag veitir loysnir, vørur og tænastur til vinnulívið í Føroyum og uttanlanda. 💪🏼  👉🏼 Les meira her: Link í Bio, ella https://www.kj.fo/job-opening/folk-til-solu-og-innkeypsdeildina-hja-kj/

4 0
🔧 KJ SØKIR LÆRLINGAR TIL MASKINSMÍÐ 🔧  Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir. KJ søkir lærlingar til maskinsmíð at byrja skjótast gjørligt á smiðjuni á Kambsdali. 💪🏼  Hjá okkum sleppur tú undan matpakkanum, tí vit hava eina góða matarskipan og vit bjóða eisini okkara starvsfólkum góðar tryggingar. 😀  Umsóknarfreistin er 01. februar á miðnátt! 🕛  ➡️ Les meir um starvið her: https://www.kj.fo/job-opening/laerlingar-til-maskinsmid/

4 0