Errin veitari
til alivinnuna
KJ er veitari av alskyns vørum og tænastum til alivinnuna. Vit veita tvíkiljur, aliringar, tøkubúr, streymverjur, útgerð og uppsetan til smoltstøðir, umframt alla neyðuga tænastuveiting og umvæling av útgerðini.
VÍS FILMIN Í FULLARI LONGD
errin veitari til alivinnuna
KJ er við í fremstu røð tá tað viðvíkur aliútgerð og tænastum til alivinnuna – bæði heima í Føroyum og úti í stóru verð. Við tvíkiljum, aliringum, streymverjum, tøkubúrum og útgerð og uppsetan til smoltstøðir, kann KJ bjóða alivinnuni dygdargóða og haldbara aliútgerð . Vit eru við frá kleking av smoltum til tøkum av fullvaksnum laksi.
Alivinnan
á sjónum
Til alivinnuna á sjónum veita vit tvíkiljur, aliringar, tøkubúr, og streymverjur. Umframt hetta veita vit eisini ymiska eykaútgerð og alla neyðuga tænastuveiting og umvæling av útgerðini.
Alivinnan
á landi
Okkara tænastur og vørur til aling á landi fevna um fullfíggjaðar RAS, flow-through og re-use loysnir, umframt aðra útgerð til smoltaling.