Um kj
KJ er ímyndin av íverksetan, har hugur og hegni hevur verið við til at skapt virðir fyri fyritøkuna, nærsamfelagið og Føroya land. Ídag starvast 140 fólk í fyritøkuni og umsetningurin í 2022 var áleið 373 mió. kr.
stutt um kj
KJ er ein fyritøka við serkunnleika innan hydraulikk og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin, alivinnu á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna. Sum ein av størru fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum, veitir KJ eisini útgerð og tænastu til útlendsku marknaðir, eitt nú til Íslands, Skotlands, Hetlands, Grønlands, Danmarkar og Noregs.
Høvuðssætið hjá KJ er á Kambsdali við deildum, í Havn, við Ljósá og í Fuglafirði, umframt dóttirfelagið KJ Supply í Danmark
Kj er í dag ein av størstu føroysku fyritøkunum og hevur verið ein týðandi veitari til føroyska fiskiflotan í nógv ár. Seinni árini hevur fyritøkan ment seg til at verða veitari til fleiri aðrar vinnur, eitt nú alivinnuna og byggi- og entreprenørvinnuna.