Føroyska sendikvinnan í íslandi vitjað kj
Tað er ein lítil vika síðani at stóra fiskivinnu- og alivinnumessan, IceFish, varð hildin í Kópavági í Íslandi. KJ hevði stóran bás á messuni, og nógv fólk komu á básin, ið vóru áhugað í vørum og tænastum, sum KJ kann veita. Somuleiðis kom avtala eisini í hús við FirstWater um pumpuskipan til nýggju smoltstøðina við Torleikshøfn.
Týsmorgunin í hesi vikuni kom føroyska sendikvinnan í Íslandi, Hanna í Horni, á gátt hjá KJ á Kambsdali. Sendikvinnan hevði stóran áhuga fyri virkseminum hjá KJ í Íslandi. Síðani varð tosað um møguligar vansar og avbjóðingar, ið føroyskar fyritøkur hava á íslendska marknaðinum.
Støðugt og mennandi samskifti við landsins myndugleikar er ein fortreyt fyri at skapa góðar karmar hjá føroyskum fyritøkum at virka undir. KJ hevur nógvar verkætlanir í gongd í Íslandi, og tískil er tað gleðiligt at sendikvinnan vísir hesum áhuga og ynskir at gera sítt til at betra um fortreytirnar hjá føroyskum fyritøkum at virka á íslendska marknaðinum. Hetta er við til at styrkja sambondini í millum Føroyar og Ísland.
Um góðar tvær vikur verður skipað fyri stórari aliráðstevnu í Hørpuni í Reykjavík. KJ luttekur á hesi rásteðvnuni saman við øðum føroyskum fyritøkum.