Útbyggingar fyri Samherja Á Öxafirði
Alivinnan í Íslandi mennist við rúkandi ferð, og fleiri ný- og útbyggingar eru í gongd hjá teimum ymisku íslendsku alifeløgunum.
Í hjáløgdu grein kann lesast um ætlanirnar hjá Samherja á Öxafirði. KJ hevur verið á staðnum í eina tíð í samband við, at ein nýggj høll á 1400m3 er bygd. Vit hava staðið fyri at lagt rør í og yvir lendið, selt og sett upp tekniska útgerð, og annars veitt aðrar vørur og tænastur í samband byggingina. Arbeiðið varð liðugt á vári 2024.
Íslendska tíðarritið Fiskifréttir hevur skrivað eina grein um ætlanirnar hjá Samherja í økinum. Les greinina her!