Einki úrslit
Land Based
Smoltstøðir

Útbyggingin á norðtoftum er liðug

Byggisamtakið NAC (Nordic Aquaculture Contractors) handaði í gjár umfatandi útbyggingina av smoltstøðini hjá Bakkafrosti á Norðtoftum. Stjórin í KJ, sum er partur av samtakinum, er væl nøgdur við gongdina og samstarvið í samtakinum, og hjá Bakkafrost eru tey væl nøgd við úrslitið

Tíðarætlan og kostnaðarætlan hava hildið, og alt hevur gingið stak væl. Tað er niðurstøðan, hjá KJ á Kambsdali, nú stóra útbyggingin av smoltstøðini hjá Bakkafrost á Norðtoftum er liðug og í gjár varð handað eigaranum.

Tað er byggisamtakið NAC (Nordic Aquaculture Contractors), sum hevur staðið fyri byggingini, og hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroyskir veitarar eru gingnir saman í eitt samtak at standa fyri einari stórari byggverkætlan í alivinnuni. Tann sveinaroyndin er væl og virðiliga staðin, staðfestir Viggo Johannesen, stjóri í KJ á Kambsdali, sum er næststørsti veitarin í samtakinum.

– At byggja eina smoltstøð í hesi støddini er ein umfatandi verkætlan, og við hesum leistinum, har uppgávan er loyst í einum samtaki, er føroyska vinnan blivin nógvar royndir ríkari. Vit fegnast um, at føroyskir veitarar samstarva um tílíkar verkætlanir og vóna, at samstarvið kann vera við at styrkja enn meira um føroyska kappingarførið, tá tað snýr seg um bygging í alivinnuni, sigur hann.

Kanjon er størsti veitarin í NAC-samtakinum, sum umframt KJ eisini telur fyritøkurnar RV Tøkni, TTS og Kaas Industribyg. Samanlagt hevur útbyggingin í Norðtoftum kostað umleið 270 milliónir krónur, og tað er í samsvari við byggisáttmálan, ið var undirskrivaður í juli 2020.

KJ hevur staðið fyri ymiskum tøkniligum skipanum, eitt nú generatorskipan, og hevur eisini veitt rør, pumpur, ventilar umframt staðið fyri øðrum tekniskum veitingum

Hjá KJ er plastframleiðsla ein týdningarmikil partur av virkseminum, ikki minst í sambandi við veitingar til alivinnuna. Av teimum tilsamans 150 starvsfólkunum arbeiða meira enn 40 í løtuni við PE-plastframleiðslu og prosjektleiðslu í tí sambandi.

Á Bakkafrost eru tey stakk væl nøgd við útbyggingina og alt arbeiðið, sum gjørt er. Helvtin av teimum 12.000 rúmmetrunum, sum útbyggingin fevnir um, varð longu tikin í nýtslu um ársskiftið, og nú alt er liðugt, verður smolt sett út í hinar 6.000 rúmmetrarnar beint eftir páskir.

– Um tað er samtaksleisturin, sum hevur æruna av, at alt er gingið so væl, tað veit eg sjálvandi ikki, men tað er hugsandi, at veitararnir hvør sær kenna størri ábyrgd fyri eini verkætlan, tá teir allir eiga hana í felag, í staðin fyri at ein høvuðsveitari stendur fyri henni og síðan fær sær undirveitarar. Í hvussu er hevur hetta avgjørt riggað væl, og vit høvdu ikki verið bangnir fyri at farið undir eina byggiverkætlan eftir sama leisti aftur, sigur Rúni Olsen, deildarleiðari fyri landalingina hjá Bakkafrost.

Eftir útbyggingina er kapasiteturin á smoltstøðini á Norðtoftum nú umleið 18.000 rúmmetrar.

Les greinina á heimasíðuni Fishfarmingexpert her!

Verkætlan

Smoltstøð, Norðtoftir

Sáttmáli undirskrivaður

2020

Verkætlan liðug

2023

Samlaður kostnaður

uml. 270 mió.

Stødd

12.000 m3

Onnur tíðindi