Einki úrslit
Alivinna

Næmingar á aliútbúgvingini á vitjan

Í gjár hevði KJ vitjan av næmingum frá Miðnámi í Vestmanna, sum ganga á aliútbúgvingini. Hetta eru framtíðar starvsfólk og lyklafólk í alivinnuni, og tí hevur tað stóran týdning fyri KJ at veita teimum góða kunning um vørur og tænastur, sum vit veita.

Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ, sigur, at tað er gott at KJ fær møguleikan at veita næmingunum kunning og vitan. ” Næmingarnir vístu sera stóran áhuga í aliringrum og tvíkiljum, og nógvir spurningarnir vóru settir. Hesir næmingarnir verða lyklafólk í alivinnuni um nøkur ár, og tískil hevur hetta stóran týdning fyri okkum.”

Aliútbúgvingin er ein fýra ára long útbúgving, har 60 vikur eru á skúlabonki og írestandi vikurnar verða brúktar til praktiskt arbeiði úti hjá alifeløgunum kring landið.

Onnur tíðindi