Einki úrslit
Entreprenørmaskinur
Vinna á landi

JCB 4220 FASTRAC Á FØROYSKU VEGUNUM

Fyri góðari viku síðani varð fyrsta JCB 4220 Fastrac maskinan at síggja á føroysku vegunum. Talan er um eina máttmikla frastrac maskinu við 235 hestakreftum og hon kann nýtast til alskyns endamál.

Í hesari útgávuni síggja vit maskinuna við eini plógv frá STARK og einum saltspreiðara frá Hilltip. Ein kavafresari/blásari hoyrir eisini til maskinuna, ið ger arbeiðið at rudda tjúkkan og tungan kava av vegnum sera lætt og ómakaleyst.

JCB fastrac maskinur verða nógv nýttar í t.d. Noregi til kavarudding, og royndirnar har hava verið sera góðar. Maskinan er eitt nýbrot fyri kavarudding í Føroyum, og er somuleiðis eitt amboð, ið skal bøta um ferðslutrygdina á føroyska vegakervinum um veturin.

Les meir um JCB 4220 Fastrac her!

Maskina

JCB 4220

Motorur

6,6 L | 6 sylindarar

Megi hk

235 hk

Megi kw

175kW

snúningsmáttur

950Nm

Onnur tíðindi