Nýggj JCB gravimaskina til JHR Entreprenørar
Í vikuni hevur KJ handað JHR Entreprenørum eina nýggja JCB 140X LC gravimaskinu, sum eisini er útgjørd við vælumtóktu og brúkaravinarligu Unicontrol 3D maskinstýringini.
JCB 140X LC er eitt nýtt model, og borgar fyri góðsku tá tað viðvíkur styrki, komfort, mátti og stýring. Harnæst eru atlit eisini tikin til burðardygd, har m.a. møguleiki er at at brúka HVO olju (Hydro Treated Vegetable oil) sum ískoyti til maskinuna.
KJ ynskir JHR Entreprenørum hjartaliga til lukku við nýggju gravimaskinuni!
Maskina
JCB 140X LC
Megi
81 kW
Mesta vekt
15.275 kg
Rúmføri á skuffu
0,89 m3