3D maskinstýring frá Unicontrol
Í vikuni hava vit veitt 3D maskinstýring frá Unicontrol til entreprenørfyritøkuna Sp/f Verkon. Útgerðin er sett upp í eini Komatsu PC 170 LC gravimaskinu, sum í løtuni verður brúkt til útstykking og grevstur í Norðragøtu.
3D maskinstýring frá Unicontrol er ein einføld og dygdargóð skipan, sum ger arbeiðið hjá maskinførarum lættari og neyvari. Útgerðin kann setast í allar gravimaskinur – bæði stórar og smáar. 3D maskinstýring egnar seg sera væl til planering, dýping, drening av lendi og sum heild allan grevstur.
KJ hevur verið umboð hjá Unicontrol síðani 2021, og ídag eru nógvar 3D maskinstýringar frá veitaranum at síggja kring alt landið. Palli Larsen, verkførari hjá KJ sigur, at “ídni og áhaldandi menning av skipanini ímyndar samstarvið við Unicontrol. Veitari okkara er forvirkin og hugsar fleiri leikir fram. Hetta er ein stórur fyrimunur fyri okkara kundar í Føroyum”, sigur Palli.
Les meir um 3D maskinstýring her!