
Seks lærlingar byrja hjá KJ eftir summarfrítíðina
Áki Sørensen, smiðjumeistari, sigur, at “KJ sær stóran týdning í at seta lærlingar í starv innan maskintekniska økið, tí stórur tørvur er á maskinsmiðjum. Læru- og lestrartíðin er 4 ár og eftir tað eru teir maskinsmiðir!”
Fyri nøkrum árum síðani lækkaði KJ aldurmarkið úr 18 ár niður í 16 ár, fyri at søkja um lærlingapláss. Hetta var gjørt við tí fyri eyga, at hugagóðir og nærlægdir skúlaungdómar úr fólkaskúlanum eisini skulu hava møguleika at byrja sína yrkisleið hjá KJ. Hetta er somuleiðis við til at gera arbeiðshópin hjá KJ meir fjølbroyttan og burðardyggan.
Á myndini síggjast teir seks lærlingarnir saman við Áka Sørensen, smiðjumeistara. Lærlingarnir eru: Eyðun Róðinsson, Eirikur í Eyðannstovu Petersen, Ólavur í Skorini, Jónas Justinussen, Teitur Petursson við Gjónna og Bjarki Rygshamar. KJ ynskir teimum øllum hjartaliga vælkomnum í hópin!
Onnur tíðindi

BAKKABRÚGV Á BEDING HJÁ KJ

JCB 4220 FASTRAC Á FØROYSKU VEGUNUM

Útbyggingar fyri Samherja Á Öxafirði

BAKKAFROST keypir nýggja tvíkilju frá KJ
