Einki úrslit

vaskiútgerð

KJ veitir dygdargóða og væl dámda vaskiútgerð frá Hako. Úrvalið fevnir breitt, og møguleiki er at fáa alskyns sløg av maskinum og útgerð til vaskiuppgávur – stórar sum smáar.

sweepmaster

Sweepmaster er ein sera væl hóskandi maskina, táið tað kemur til at vaska ígjøgnum, vaska goymslur, vaska verkstaðið, framleiðsluhøli, parkeringskjallarar ella uttandura økir.

Bæði walk-behind maskinan og ride-on maskinan veita fantastisk avrik, við effektiviteti og lættari nýtslu. Tær eru sniðgivnar við atliti til minsta smálutin.

scrubmaster

Táið tað kemur til at vaska sølumiðstøðir, framvísingarhølir, røktarheim ella sjúkrahús, framleiðsluhølir í matframleiðslu ella størri goymsluumstøður: Hako Scrubmaster útgávurnar veita effektiva vasking til allar uppgávur.

Okkara walk-behind og ride-on skrubbi-vaskimaskinur veita avrik við vasking upp til 14,000 m²/h – og tryggjar lætta nýtslu, umframt at økið sum vaskast skal, sæst væl, takka veri teirra ergonomiska sniði.

cleanserv

Hako bjóðar eitt stórt úrval av loysnum, ið ikki eru fíggarliga tyngjandi, til professionella innandura vasking og polering. Til flestøll høvi er dustsúgvarin besta loysnin.

Hako bjóðar hóskandi dustsúgvarar til vátt og turt, til øll vaskingarhøvi: frá kustvaskara til reinsing av teppum, til effektivar dustsúgvarar til vátt og turt, umframt máttmiklar industridustsúgvarar. Hesar maskinur vaska og polera, so títt finish gerst glansandi.

roboscrub

Sjálvstýrandi maskimaskinan RoboScrub 20 hevur longu prógva sítt virði á marknaðinum: sama um talan er um vasking av framleiðsluhøli ella goymslum, sølumiðstøðum ella smølum gøtum. Hesin kompakti skrubbarin fer um allar avbjóðingar og veitur framúr úrslit.

Harafturat er maskinan sera brúkaravinarlig, bæði sum sjálvstýrandi, og sum manuell. At gera smærri, skjót vask, so er RoboScrub 20 ein sera hentur viðspælari.

samband

Jan Brixen Sørensen

Leiðari Tórshavn