Einki úrslit

Lyftur

KJ veitur alskyns sløg av entreprenørmaskinum og tilhoyrandi útgerð til entreprenørvinnuna í Føroyum. Dugnaligu sølufólkini hjá okkum kunnu fáa fatur júst tí maskinuni ella útgerðini, ið er tann rætta til tín tørv.

Manitou

Afturat úrvalinum at máttmiklum og fjølbroyttum úrvali, bjóða vit eisini eina seriu av all-terrain og fýrahjólsdrivnum bummlyftarum við fýrahjólsstýring.

Hesar lyftir hava eina arbeiðshædd frá 12 upp í 28 metrar og ein kapasitet á 230 upp í 400 kg í kurvini, sum ger teir væl egnaðar til byggivinnuna og sum leigumál.

Sjóneykan er sett á lyftihædd, lætta nýtslu og møguleikan at arbeiða í trongum umstøðum. Tað er týdningarmikið, at tað er rúm í kurvinum, og tí er hon meir rúmlig enn nakrantíð áður.

Møguleiki er at keypa tilhoyrandi generatorsett, kompressarar og meiri, ið betrar um nýtsluna av lyftini.

JLG

JLG er leiðandi veitari av lyftiútgerð, ið bæði lættur um atkomu og hæddararbeiði.

Ein lyft sum hendan á myndini, kann hjálpa tær við hæddararbeiði og er trygdin í hásæti. Títt arbeiði gerst produktivt, sama um tær manglar atkomu til 2.5 metrar ella 56 metrar.

JCB

JCB saksalyftir eru framleiddar til at røkka tørvin hjá útleiganarfyritøkum og entreprenørum kring heimin – nú við enn betri serviseringsmøguleikum og trygd. Hvør saksalyft er góðkend sambært EN280 standardum.

Harafturat eru fleiri útgávur av hesi saksalyft – bæði í hybrid og elektroniskt stýrdum, umframt aðra møguliga eykaútgerð.

samband

Jann Johannesen

Søluráðgevi

Jan Brixen Sørensen

Leiðari Tórshavn

Bogi Hansen

Søluráðgevi

Zacharias Stórá

Tekniskur ráðgevi