Einki úrslit

KJ søkir teknikara

Til el-deild okkara á Kambsdali sóknast vit eftir einum dugnaligum starvsfelaga til fjølbroytt arbeiði, sum í høvuðsheitum fevnir um installatión, umvæling og viðlíkahald av stýriskipanum á kranum s.s. Palfinger kranum í sjó- og alivinnuni, umframt í vinnuni á landi.

Vit ímynda okkum ein teknikara (m/k) við útbúgving og helst royndum sum elektrikari, elektromekanikari, automatikmekanikari ella líknandi.

Vit vænta at tú:

  • Hevur áhuga fyri el-stýringinum, elektrohydrauliskum skipanum og mekanikki
  • Ert væl skipað/-ur hevur góð samskiftisevni
  • Hevur møguleika at loysa arbeiðsuppgávur uttanlands í styttri tíðarskeið
  • Ert fyrikomandi og tænastusinnað/-ur
  • Hevur góðan telduførleika
  • Kanst samskifta á enskum tungumáli

 

Vit bjóða

  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðan møguleika fyri fakligari menning
  • Góða matarskipan
  • Starvsfólkatrygging

 

Setanartreytir
Starvið verður sett so skjótt sum skikkaður umsøkjari er funnin. Høvuðsarbeiðsstaður er hjá KJ á Kambsdali og løn og treytir verða eftir avtalu.

 

Spurningar

Hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at seta teg í samband við Birgir Samuelsen, tekniskan leiðara, á tel. 58 88 56 ella senda ein teldupost til bsa@kj.fo.

 

Umsókn

Umsókn við møguligum prógvum og skjølum skal latast inn umvegis frymilin á heimasíðu okkara – www.kj.fo/um-okkum/leys-storv/. Møguleiki er eisini at senda umsóknina til starv@kj.fo.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. september 2025.

Arbeiðspláss
Kambsdalur
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Mánadagur, 29. september 2025

Søk starv