Einki úrslit

Køkshjálpari til KJ í Klaksvík

KJ søkir eftir køkshjálpara til deildina í Klaksvík at byrja skjótast gjørligt.

 

Starvslýsing

KJ søkir eftir einum álítandi og arbeiðssomum køkshjálpara (m/k), sum kann átaka sær dagligau ábyrgdina av arbeiðinum í køkinum hjá KJ Klaksvík. Rætti umsøkjarin er hevur hugflog og royndir innan matgerð, er samstarvssinnaður og vil vera við til at tryggja eitt gott og reint arbeiðsumhvørvi. Talan er um eitt tímalønt starv á áleið 5 tímar um dagin. Arbeiðstíðin er frá kl.  08:30 – 13:30

Arbeiðsuppgávur

  • Fyrireiking og matgerð til máltíðir
  • Vaska køksútgerð og halda kantinuna reina
  • Borðreiðing í kantinuni ella øðrum hølum eftir tørvi
  • Ábyrgd av innkeypi, móttøku, goymslu og skipan av matvørum
  • Burturbeina burturkast á rættan hátt og skipa køksútgerðina í køkinum

 

Vit vænta av tær

  • Royndir við matgerð frá køki ella kantinu eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Evni at arbeiða í einum skjótum og virknum arbeiðsumhvørvi
  • Grundleggjandi vitan um reinføri og mattrygd
  • Góða likamlig orku og førleikar at standa og ganga nógv
  • Góð samstarvsevni og jaligan hugburður

 

Vit bjóða

  • Støðug arbeiðstíð
  • Gott og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
  • Upplæring á arbeiðsplássinum
  • Møguleika at fáa royndir innan køks- og kantinuarbeiði

Løn- og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Møguleiki er eisini at átaka sær vaskiarbeið á deildini í Klaksvík. Sí starvslýsing her!

 

Umsókn

Áhugaðir umsøkjarar kunnu senda umsókn, lívsrensl og møgulig viðmælir til starv@kj.fo ella brúka umsóknarfrymilin á heimasíðu okkara. Hevur tú spurningar um starvið kanst tú venda tær til Tummas Lervig, deildarleiðara í Klaksvík, á tel. 588829 ella senda teldupost til tule@kj.fo.

Umsóknarfreistin er 15. januar á miðnátt, og starvið verður sett so skjótt sum ein skikkaður umsøkjari verður funnin.

Arbeiðspláss
Klaksvík
Arbeiðstíð
Parttíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Hósdagur, 15. januar 2026

Søk starv