Einki úrslit

Vaskifólk til KJ Klaksvík

KJ søkir eftir vaskifólki til deildina í Klaksvík byrja skjótast gjørligt.

 

KJ søkir eftir einum álítandi og arbeiðssomum vaskifólki (m/k), til dagligu reingerðina á deildini hjá KJ í Klaksvík. Talan er um eitt tímalønt starv á áleið 3 tímar um dagin.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Reingerð av sølubúð, skrivstovum, kantinu, vesum og tilhoyrandi rúmum
  • Ábyrgd av innkeypi, móttøku, goymslu og skipan av reingerðarvørum
  • Burturbeina burturkast á rættan hátt

 

Vit bjóða

  • Støðug arbeiðstíð
  • Gott og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
  • Upplæring á arbeiðsplássinum

Løn- og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Møguleiki er eisini at átaka sær arbeið sum køkshjálpari á deildini í Klaksvík. Sí starvslýsing her!

 

Umsókn

Áhugaðir umsøkjarar kunnu senda umsókn, lívsrensl og møgulig viðmælir til starv@kj.fo ella brúka umsóknarfrymilin á heimasíðu okkara. Hevur tú spurningar um starvið kanst tú venda tær til Tummas Lervig, deildarleiðara í Klaksvík, á tel. 588829 ella senda teldupost til tule@kj.fo.

Umsóknarfreistin er 15. januar á miðnátt, og starvið verður sett so skjótt sum ein skikkaður umsøkjari verður funnin.

Arbeiðspláss
Klaksvík
Arbeiðstíð
Parttíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Hósdagur, 15. januar 2026

Søk starv