Einki úrslit

tænastur
til alivinnuna

Vit veita alskyns tænastur til alivinnuna, bæði á landi og á sjógvi. Umvælingar, viðlíkahald og sýn, umframt søla av eykalutum er nakað av tí, ið vit bjóða kundum okkara.

Fyri okkum er tænasta ikki bert ein styrki, men ein lívsstílur!

umvæling og sýn

Vit hava eitt sterkt toymi av smiðjum og arbeiðsfólkum, ið dagliga fara fús til verka og eru klár at tæna og hjálpa kundum okkara. Vit átaka okkum ymisk sløg av umvælingararbeiðum og viðlíkahaldi fyri alivinnuna, og tað er bæði á sjónum og á landi.

Okkara sýnsdeild átekur sær eisini sýn av kranum til alivinnuna. Her er talan m.a. um Palfinger Marine kranar, sum verða nógv nýttir umborð á tvíkiljum. Harafturat sýna vit eisini alringar, ið fylgja reglugerðini hjá DNV.

Goymslur og sølubúðir

Á goymslunum og í sølubúðunum á Kambsdali og í Tórshavn hava vit eitt breitt úrval av eykalutum og vørum til alivinnuna. Á Kambsdali fæst alt innan kranar, tvíkiljur, aliringar og smoltstøðir, og í Tórshavn fáast eykalutir og vørur til trukkar og maskinur.

Er tørvur serstøkum eykalutum, ið ikki eru á gomyslu, so kunnu hesir skaffast og verða í Føroyum uppá stutta tíð.

Bedingin
í klaksvík

Bedingin hjá KJ er nútímans og stór og møguleiki er fyri, at hava fleiri tvíkiljur, skip ella bátar inni í upphitaðu arbeiðshøllini samstundis. Høllin er 34 metrar long, 16,5 metrar breið og 13 metrar høg. Mesta dýbd, sum skip, bátar og tvíkiljur kunnu stinga í hylinum er 4,5 metrar. Hurðaopið er 10,5 metur breitt og 10,5 metur høgt. Við hesum kann KJ átaka sær øll viðlíkahaldsarbeiðir og umvælingar, umframt eftirlit og yvirháling eisini kann gerast alt árið – óansæð veður.

Bedingin
í fuglafirði

KJ hevur góðar arbeiðsumstøður á bedingini í Fuglafirði, og vit bjóða okkum fram at gera umvælingar og vanligt viðlíkahald til tvíkiljur, skip og bátar, ið eru upp til 20×9 metrar í vavi.

samband

Birgir Samuelsen

Tekniskur leiðari Kambsdalur

Atli Rygshamar

Framleiðsluleiðari, tvíkiljur

Arnold Hermundarson

Aliringaframleiðsla

Edmund Hansen

Sýnsleiðari, LA & LSA

Knút Vesturtún

Goymsluleiðari, Kambsdalur

Debes Danielsen

Goymsluleiðari, Tórshavn

Birgir Olsen

Tekniskur leiðari Klaksvík

Tummas Lervig

Leiðari Klaksvík

Geir Eliasen

Verkførari, Klaksvík

Henrik Weihe Joensen

Kranasýn Klaksvík

Oddfríður Gaardbo

Sølubúð / Goymsla