Einki úrslit

Verkfrøðingur ella framleiðslutøkningur

Vit hava nógv jørn í eldinum og nógvar spennandi verkætlanir eru fyri framman. Vit leita eftir verkfrøðingi til projekterings- og eftirlitsarbeiði.

Uppgávurnar fevna m.a. um:

  • Nýbygging av tvíkiljum og smoltstøðum
  • Styrkiútrokningar
  • Tilboðsgeving

 

Vit bjóða:
Vit bjóða tær eitt sjálvstøðugt, fjølbroytt og mennandi starv, við mongum ymiskum arbeiðsuppgávum og avbjóðingum í eini spennandi fyritøku, sum leggur stóran dent á góðsku. Hjá KJ hava vit góðar tryggingar til starvsfólkini og matarskipanir á deildunum.

 

Útbúgving og royndir:
Tað er eitt krav at tú ert kønur í tekniskari tekning og hevur góðan kunnleika til forritini Autocad og Inventor. Kunnleiki til Ansys er ein fyrimunur.

Vit vænta av tær:

  • Hevur góð samstarvsevnir
  • Ert jalig/ur
  • Ert ágrýtin
  • Hevur lætt við at læra nýggjar vørur og skipanir at kenna
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og í toymum

 

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Birgir Samuelsen, tekniska leiðara, á tel. 58 88 56 ella bsa@kj.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða eisini fegin eftir rætta viðkomandi.

 

Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25.juni 2025. Umsókn og viðkomandi skjøl kunnu sendast til starv@kj.fo ella latast inn umvegis heimasíðu okkara – https://www.kj.fo/um-okkum/leys-storv/

Arbeiðspláss
Kambsdalur
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Mikudagur, 25. juni 2025

Søk starv