
Vaskifólk til KJ Klaksvík
KJ søkir eftir vaskifólki til deildina í Klaksvík byrja skjótast gjørligt.
KJ søkir eftir einum álítandi og arbeiðssomum vaskifólki (m/k), til dagligu reingerðina á deildini hjá KJ í Klaksvík. Talan er um eitt tímalønt starv á áleið 3 tímar um dagin.
Arbeiðsuppgávur
- Reingerð av sølubúð, skrivstovum, kantinu, vesum og tilhoyrandi rúmum
- Ábyrgd av innkeypi, móttøku, goymslu og skipan av reingerðarvørum
- Burturbeina burturkast á rættan hátt
Vit bjóða
- Støðug arbeiðstíð
- Gott og stuðlandi arbeiðsumhvørvi
- Upplæring á arbeiðsplássinum
Løn- og setanarviðurskiftir eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Møguleiki er eisini at átaka sær arbeið sum køkshjálpari á deildini í Klaksvík. Sí starvslýsing her!
Umsókn
Áhugaðir umsøkjarar kunnu senda umsókn, lívsrensl og møgulig viðmælir til starv@kj.fo ella brúka umsóknarfrymilin á heimasíðu okkara. Hevur tú spurningar um starvið kanst tú venda tær til Tummas Lervig, deildarleiðara í Klaksvík, á tel. 588829 ella senda teldupost til tule@kj.fo.
Umsóknarfreistin er 15. januar á miðnátt, og starvið verður sett so skjótt sum ein skikkaður umsøkjari verður funnin.