Einki úrslit

KJ á Hjalla søkir maskinsmið

Vegna økt virksemi, søkja vit eftir smiðjufólki til verkstað okkara á Hjalla í Hoyvík, at byrja skjótast gjørligt

 

Starvið

Sum partur av verkstaðnum verður tín fremsta uppgáva at loysa mekaniskar og/ella tøkniligar avbjóðingar.  Serliga er tað umvælingar innan entreprenørflotan.
Talan er um fast starv, har dagurin byrjar í Tórshavn, og kann enda hvar sum helst í Føroyum.

Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið.

 

Tín vangamynd

Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving, so sum maskinsmiður, entreprenørmekanikari, bilmekanikari, elektrikari ella líkandi. Tú hevur góð samstarvsevnir, og kanst arbeiða sjálvstøðugt og ert jaligur.

 

Vit bjóða

Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk. Nógvar fjølbroyttar arbeiðsuppgávur. Eitt mennandi og spennandi arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfelagum og egnan montørbil. Vit bjóða eisini starvsfólkatryggingar og hava góða matarskipan.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

 

Meira at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tlf. 58 88 51 ella Karl Magna Hammer tlf. 58 88 49.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 03. mai 2026. Søk starvið við at fylla út frymilin á heimasíðu okkara ella send ein teldupost til starv@kj.fo 

Arbeiðspláss
Tórshavn
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Sunnudagur, 3. mai 2026

Søk starv