
Verkførari til trukkdeildina á Hjalla
KJ TÓRSHAVN SØKIR VERKFØRARA TIL TRUKKDEILDINA
Starvið
Sum verkførari á trukkdeildini fært tú ein fjølbroyttan og spennandi arbeiðsdag, har tú bæði arbeiðir leiðandi, praktiskt og samskipandi. Tú kemur í stóran mun at hava ábyrgd av samskipan av eftirlitum, umvælingum, og klárgering av trukkum og liknandi útgerð.
Starvið er væl egna til tín, ið leggur dent á gott handverk, og at fylgja galdandi lóggávu.
Høvuðsuppgávur
- Samskipan og arbeiðsplanlegging í deildini
- Umvæling, eftirlit og viðlíkahald av trukkum og liftum
- Klárgering av nýggjari og brúktari útgerð
- Vanligt smiðju- og verkstaðsarbeiði
Tín vangamynd
Tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving, so sum maskinsmiður, entreprenørmekanikari, bilmekanikari, elektrikari ella líknandi. Tú hevur góð samstarvsevnir, gongur undan og dámar at hava ein fingur við í spælinum. Fyrimunur um tú hevur royndir við sýn og viðlíkahaldi av trukkum ella liftum. Fyri rætta persónin er talan um eitt starv við góðum møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning.
Vit bjóða
Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk. Eitt mennandi og spennandi arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfelagum og egnan montørbil. Vit bjóða eisini starvsfólkatryggingar og hava góða matarskipan.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tlf. 58 88 51 og Karl Magna Hammer 58 88 49.
Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. mai 2026. Søk starvið við at fylla út frymilin á heimasíðu okkara ella send ein teldupost til starv@kj.fo