Einki úrslit

Goymslulærlingar til goymslurnar á Kambsdali og í Klaksvík

Til goymslur okkara í Klaksvík og á Kambsdali søkja vit eftir goymslulærlingum.

Kundu tú hugsa tær, at verið partur av einum spennandi arbeiðsplássi og kundi tú hugsa tær eina góða byrjan í tí føroyska vinnulívinum?

Hjá KJ bjóða vit alt hetta. Kom við og tú fært tú eina spennandi útbúgving, ið er samansett av upplæring á læruplássinum og undirvísing á skúla í Danmark.

 

Sum goymslulærlingur fært tú nógvar spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur.

  • Tú lærir at keypa inn til goymslur okkara.
  • Tú lærir at seta vørur upp á pláss, og at skipa eitt gott goymslurúm.
  • Tú lærir at taka í móti kundunum og veita teimum eina góða tænastu umframt annað fyrifallandi arbeiðið.

 

Vit bjóða:

Tær at vera partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært nógvar ungar starvsfelagar, og lærumeistarar, ið stuðla og vegleiða, so tú fært eina áhugaverda og læruríka lærutíð í tryggum kørmun. Her sleppur tú eisini undan matpakkanumn og vit  bjóða okkara starvsfólkum góðar tryggingar.

 

Lærutíðin:

Lærutíðin er 2 ár og 6 mðr. um tú hevur fólkaskúlan.

Lærutíðin er 2 ár og 5 vikur um tú hevur miðnám uttan búskaparbreyt.

Lærutíðin er 2 ár um tú hevur FHS ella búskaparbreyt.

 

Vit vænta av tær:

At tú er ert áhugað/ur at arbeiða við teldu, at tú er við uppá at læra nýggjar skipanir, og at taka móti kundunum við einum smíli. Um tú ert smæðin skalt tú ikki halda teg aftur, vit hjálpa tær gott í gongd.

 

Meir at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Oddfríða Gaardbo tlf. 558400 um deildina í Klaksvík og Knút Vesturtún um deildina á Kambsdali á tlf. 727035.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi sum skjótast og  í seinasta lagi  20.juni 2026, og skulu sendast til starv@kj.fo og viðmerkjast hvørja deild søkt verður til. Eisini ber til at søkja við at brúka umsóknarfrymilin niðanfyri.

 

Størvini verða sett so skjótt sum røttu umsøkjarirnir er funnir.

Arbeiðspláss
Kambsdalur & Klaksvík
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Leygardagur, 20. juni 2026

Søk starv