Einki úrslit

KJ Á HJALLA SØKIR TRUKKMEKANIKARA

Vegna økt virksemið, søkja vit eftir mekanikara til smiðjuna á Hjalla skjótast gjørligt.

 

 

Vit bjóða:

Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.

Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.

Egnan montørbil

Upplæring og skeið vera givin

Matarskipan

Góðar tryggingar

 

 

Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Sum mekanikari hjá okkum kemur tú í stóran mun at taka tær av umvælingum, eftirlitum og klárgering av trukkum frá Linde. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið.

 

Vit vænta av tær:

At tú ert ábyrgdarfull/ur og sjálvstøðug/ur.  At tú hevur koyrikort til persónbil. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum maskinsmiður, entreprønørmekanikari, bilmekanikari ella líknandi. Royndir við sýn og viðlíkahald av trukkum og liftum er eisini ein fyrimunur, tó ikki nakað krav.

 

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum og útbúgving.

 

Meir at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Karl Magna Hammer á tlf. 588849 ella Jan Brixen Sørensen á tlf. 58 88 51

 

Umsókn

Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. sept 2026. Send okkum tína umsókn á starv@kj.fo ella søk umvegis heimasíðu okkara:

Arbeiðspláss
Tórshavn
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Sunnudagur, 13. september 2026

Søk starv