
Fólk til sølu- og innkeypsdeildina hjá KJ
KJ søkir eftir einum ágrýtnum, eldhuganum og tænastusinnaðum fólki til sølu- og innkeypsdeildina á Kambsdali.
Fyri rætta viðkomandi er talan um eitt spennandi og avjbóðandi starv, har tú frá fyrsta degi kanst gera tína ávirkan galdandi. Tú gerst partur av einum nærlagdum og virkisfúsum toymi, ið hvønn dag veitir loysnir, vørur og tænastur til vinnulívið í Føroyum og uttanlanda.
Uppgávurnar fevna m.a. um:
- Kundarøkt, kundavitjan og sølu
- Innheintan av tilboðum og prísum
- Innkeyp, vøruflutning og útbreiðslu
Vit vænta at tú:
- Ert dugnalig/ur at arbeiða sjálvstøðug/ur og finna loysnir
- Hevur hegnið og árræði til uppsøkjandi søluarbeiði og kundavitjanir
- Ert væl skipað/ur og loysir uppgávur til ásetta tíð
- Hugsar loysnir fram um trupulleikar
- Virðismetur góðsku, álit og eydnu fyri allar partar
Útbúgving og arbeiðsroyndir innan sølu, innkeyp og logistikk er ein fyrimunur men ikki ein treyt. Koyrikort til persónbil er ein treyt. Ferðing uttanlanda í samband við kundavitjanir og sølu- og innkeypsmessur kann vera partur av starvinum.
Vit bjóða:
- Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
- Eitt arbeiðsumhvørvi har møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning
- Góða starvsfólkatrygging
- Góðar arbeiðsumstøður og matarskipan
Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambart avtalu.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Viggo Johannesen, stjóra, á tel. 58 88 28 ella senda ein teldupost til viggo@kj.fo
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. mars 2025. Send okkum tína umsókn á starv@kj.fo.
Um KJ:
KJ veitir og serviserar útgerð til fiskivinnuna, alivinnu á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna. Sum ein av størru fyritøkunum á maskintekniska økinum í Føroyum, veitir KJ eisini útgerð og tænastu til útlendsku marknaðir, eitt nú til Íslands, Skotlands, Hetlands, Grønlands, Danmarkar og Noregs.
Høvuðssætið hjá KJ er á Kambsdali við deildum, í Havn, við Ljósá og í Fuglafirði, umframt dóttirfelagið KJ Supply í Danmark. KJ er ímyndin av íverksetan, har hugur og hegni hevur verið við til at skapt virðir fyri fyritøkuna, nærsamfelagið og Føroya land. Í dag starvast uml 140 fólk í fyritøkuni.