Einki úrslit

Innkeypari til verkætlanir

KJ søkir eftir ágrýtnum innkeypara, sum kemur at hava ábyrgd av innkeypi og logistikki í samband við størri og smærri verkætlanir og arbeiðstøkur, sum felagið hevur.

 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um

  • At nágreina tilfarslistar saman við verkætlanarleiðara
  • At útvega tilboð og hava samskifti við veitarar
  • At keypa inn vørur til verkætlanir
  • At samskipa frakt
  • At gera avtalur við veitarar

Tú kemur at hava tætt samstarv við søludeildina, verkætlanarleiðarar, teknisku deild og goymsluna.

 

Útbúgving/royndir

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir við innkeyp ella logistikki, men hetta er tó ikki eitt krav.

 

Vit vænta at tú

  • hevur tekniskan áhuga
  • ert ágrýtin og arbeiðsom/samur
  • ert væl skipað/ur
  • hevur góð evnir at samskifta

 

Vit bjóða

  • Góða matarskipan
  • Starvsfólkatrygging
  • Gott arbeiðsumhvørvi

 

Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast. Høvuðsarbeiðsstaður verður hjá KJ á Kambsdali. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

 

Spurningar

Vilt tú vita meira um starvið, so ert tú vælkomin at ringja til Viggo Johannesen, stjóra, á tel. 58 88 28 ella senda ein teldupost til viggo@kj.fo.

 

Umsókn

Umsókn við møguligum prógvum og skjølum skal sendast til starv@kj.fo. Til ber eisini at søkja starvið umvegis heimasíðu okkara við at fylla frymilin út niðanfyri.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 01. oktober 2024 á miðnátt.

Arbeiðspláss
Kambsdalur
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Freist
Týsdagur, 1. oktober 2024

Søk starv