Einki úrslit

KJ søkir elektrikara og/ella automatikmekanikara

Til el deild okkara á Kambsdali søknast vit eftir dugnaligum starvsfelaga til fjølbroytt arbeiði sum í høvuðsheitum fevnir um installatión, umvæling og viðlíkahald av stýriskipanum á fiskiskipum og vinnuni á landi 

 

Vit hugsa okkum ein mann/kvinnu við útbúgving sum elektrikari, el installatørur, automatikmekanikari ella líknandi. 

 

Vit vænta at tú: 

  • Hevur áhuga fyri el-stýringinum, elektrohydrauliskum skipanum og mekanikki 
  • ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur 
  • ert væl skipað/ur 
  • hevur góð evnir at samskifta 
  • hevur møguleika at loysa arbeiðsuppgávur uttanlanda í styttri tíðarskeið 

 

Vit bjóða 

  • Góða matarskipan 
  • Starvsfólkatrygging 
  • Gott arbeiðsumhvørvi 
  • Góðan møguleika fyri fakliga menning 

 

Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast. Høvuðsarbeiðsstaður verður hjá KJ á Kambsdali. Løn og treytir annars sambært avtalu. 

 

Spurningar  

Hevur hetta tín áhuga ert tú vælkomin at ringja til Birgir Samuelsen, tekniskur leiðari, á tel. 58 88 56 ella senda ein teldupost til bsa@kj.fo. 

 

Umsókn 

Umsókn við møguligum prógvum og skjølum skal sendast til starv@kj.fo. 

Til ber eisini at søkja starvið umvegis heimasíðu okkara. 

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. november 2024. 

Arbeiðspláss
Kambsdalur
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Fríggjadagur, 15. november 2024

Søk starv