
Lærlingar til KJ Klaksvík
Dámar tær at arbeiða við hondunum, loysa praktiskar avbjóðingar og læra eitt spennandi handverk? So hevur tú møguleikan at gerast partur av einum sterkum toymi hjá KJ.
Vit leita eftir ágrýtnum og forvitnum lærlingum til maskinsmíð, sum ynskja eina fjølbroytta og mennandi lærutíð á okkara smiðju í Klaksvík. Starvið byrjar skjótast gjørligt.
Ein lærutíð við fjølbroyttum avbjóðingum
Hjá KJ verður eingin arbeiðsdagur eins. Tú fert at arbeiða saman við dugnaligum og ungum starvsfeløgum og kemur at royna teg innan nógv ymisk arbeiðsøki.
Í lærutíðini fert tú millum annað at arbeiða við uppgávum innan:
- Fiskivinnuna
- Alivinnuna
- Flutningsvinnuna
- Entreprenørvinnuna
Tú kemur eisini víða um í landinum og fær møguleika at arbeiða við alskyns handaligum og maskintekniskum uppgávum.
Vit bjóða
- Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð
- Góða upplæring og fakliga vegleiðing
- Nógvar ungar og dugnaligar starvsfelagar
- Góðar arbeiðsumstøður í einum jaligum arbeiðsumhvørvi
- Matarskipan – so tú sleppur undan matpakkanum
- Góðar tryggingar
Um útbúgvingina
Lærutíðin sum maskinsmiður er vanliga fýra ár.
Lærutíðin kann tó styttast, um tú hevur:
- Lokið 1. og 2. skúlaskeið ella líknandi útbúgving
- Drúgvar arbeiðsroyndir og ert eldri enn 30 ár
Skúlagongdin fer fram í Føroyum.
Hevur tú áhuga?
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tummas Lervig, leiðara í Klaksvík, á telefon 58 88 24 ella á teldupostinum tule@kj.fo.
Umsókn
Umsóknarfreistin er 25. juni 2026.
Umsóknir skulu sendast inn umvegis frymilin á heimasíðu okkara www.kj.fo ella við telduposti til starv@kj.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær!