LÆRLINGAR TIL MASKINSMÍÐ
Ert tú ágrýtin og hevur áræði, so ert tú væl á veg. Hevur tú so eisini eitt gott høvd og hendur, sum eru skrúvaðar rætt á – ja, so ert tú helst tann, vit leita eftir. KJ søkir lærlingar til maskinsmíð at byrja skjótast gjørligt á smiðjuni á Kambsdali.
Hjá KJ fært tú spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur og nógvar ungar starvsfelagar. Eingin dagur er eins, og tú kemur víða um í landinum til alskyns sløg av handaligum uppgávum. Tú kemur at avgreiða uppgávur innan fiskivinnuna, alivinnuna og flutnings- og entreprenørvinnuna.
Hjá okkum sleppur tú undan matpakkanum, tí vit hava eina góða matarskipan og vit bjóða eisini okkara starvsfólkum góðar tryggingar.
Maskinsmiður
Lærutíðin er fýra ár, men kann styttast, um tú hevur 1. & 2. skúlaskeið ella líknandi skúlaskeið. Stytting av lærutíðini kann eisini verða givin, um tú hevur drúgvar arbeiðsroyndir og ert eldri enn 30 ár. Skúlagongdin er í Føroyum.
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Birgir Samuelsen, tekniskan leiðara, á tel. 588856 ella umvegis bsa@kj.fo
Umsóknarfreistin er 01. Februar 2025. Umsóknir skulu sendast inn umvegis heimasíðu okkara, www.kj.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.