Einki úrslit

Maskinsmiðir til KJ Klaksvík

Hevur tú áhuga fyri maskintekniskum arbeiði og ynskir tú eitt starv við fjølbroyttum uppgávum og góðum menningarmøguleikum? So ert tú kanska okkara nýggi maskinsmiður.

KJ Klaksvík leitar eftir ágrýtnum og nærløgdum maskinsmiðjum. Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, har arbeiðsdagurin er fjølbroyttur og spennandi. Arbeiðið fevnir millum annað um nýgerð og umvælingar umborð á skipum og tvíkiljum, umframt annað smiðjuarbeiði á smiðjuni hjá KJ í Klaksvík.

Fyri rætta viðkomandi er møguleiki eisini at gerast varameistari í smiðjuni, har samskipan av uppgávum og samskifti við kundar okkara gerst partur av arbeiðinum.

 

Vit bjóða m.a.

  • Fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur
  • Eitt óformelt og gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðar tryggingar
  • Matarskipan

Fyri røttu umsøkjararnar bjóða vit eitt starv við spennandi avbjóðingum og góðum møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning. Hjá KJ leggja vit dent á skipaði arbeiðsviðurskifti og eitt arbeiðspláss, har trivnaður og samstarv eru í hásæti.

Vit leita eftir tær, sum

  • Hevur lokið prógv sum maskinsmiður ella aðra maskintekniska útbúgving
  • Hevur arbeiðsroyndir við smiðjuarbeiði – serliga umborð á skipum, tvíkiljum ella framleiðsluvirkjum (ein fyrimunur, men ikki eitt krav)
  • Hevur koyrikort til persónbil (krav)

Vit vænta av tær

  • At tú hevur góð samstarvsevni og trívist í einum toymi
  • At tú arbeiðir miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult
  • At tú ert tænastusinnað/ur og leggur dent á góða tænastu og vegleiðing til kundar
  • At tú hevur ein jaligan hugburð og tekur ábyrgd fyri teimum uppgávum, tú arbeiðir við

Meira at vita

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tummas Lervig, leiðara í Klaksvík, á telefon 58 88 29 ella á tule@kj.fo.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

 

Umsókn

Send umsókn, avrit av viðkomandi prógvum og møgulig viðmæli til okkum í seinasta lagi 25. juni 2026.

Umsóknir kunnu sendast til starv@kj.fo ella latast inn umvegis frymilin á heimasíðu okkara:

Arbeiðspláss
Klaksvík
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Byrjan
Skjótast gjørligt
Freist
Hósdagur, 25. juni 2026

Søk starv