Mekanikarar til trukkar
KJ søkir eftir mekanikarum til trukkar til smiðjuna í Tórshavn at byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
- Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.
- Egnan montørbil
- Góða matarskipan
- Starvsfólkatrygging
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Sum mekanikari hjá okkum kemur tú í stóran mun at taka tær av umvælingum, eftirlitum og klárgering av trukkum frá Linde, umframt at annað vanligt smiðjuarbeið av aðrari útgerð kann væntast. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð, fyri at loysa uppgávurnar.
Vit vænta av tær:
Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum maskinsmiður, entreprønørnaskin mekanikari ella líknandi, ella royndir við sýn og viðlíkahald av trukkum og liftum. Koyrikoyrt til persónbil er ein fyrimunur.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tel. 58 88 51
Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. oktober 2024. Send okkum tína umsókn á starv@kj.fo ella søk umvegis heimasíðu okkara við at fylla frymilin út niðanfyri.