Mekanikari
Um starvið
Vit søkja eftir mekanikara til verkstað okkara á Hjalla í Hoyvík, at setast skjótast gjørligt
Vit bjóða
Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.
Egnan montørbil
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Harumframt bjóða vit eitt vælvirkandi verkstað við nýmótans útgerð, fyri at loysa uppgávurnar.
Vit vænta av tær
Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum maskinsmiður, entreprønørnaskin mekanikari ella líknandi, ella royndir við sýn og viðlíkahald av trukkum og liftum. Koyrikoyrt til persónbil er ein fyrimunur.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen, deildara á tlf. 58 88 51 ella til Palla Larsen, verkførara á tlf. 58 88 51.
Soleiðis søkir tú
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. desember 2023.