Einki úrslit
Bedingin
palfinger marine
Sea Based
Tvíkiljur

Gjáarnev verið á beding hjá KJ

Tvíkiljan Gjáarnev, heimahoyrandi í Kollafirðið og sum Bakkafrost eigur, hevur verið á bedingini hjá KJ í Klaksvík til eftirlit og umvælingar.

Tvíkiljan er bygd í 2002 av Hydro-Tech á Eiði, sum seinni bleiv partur av KJ. Hon er bygd úr stáli og er 10 metrar long og 4 metrar breið. Gjáarnev hevur verið á bedingini hjá KJ í Klaksvík, har viðlíkahald, eftirlit og umvælingar er gjørt.

Onnur tíðindi