Einki úrslit
Sea Based
Streymverjur

Hiddenfjord basir máttmikla sjóvarfallinum saman við KJ

Vit eru sera stolt av at vera við í hesari verkætlanini saman við Hiddenfjord. Við at basa máttmikla sjóvarfallinum í Vestmannasundi, er møguleiki at nýta økið sum aliøki hjá Hiddenfjord. Vit hava eisini veitt aliringar til aliøkið.

Brot úr greinini, umsett til føroyskt:

“Rákið í økinum er stórt, og kann vera upp til fýra sjómíl ella 2,2 m/sek. Við streymverjuni og nótum, sum eru knýttar í streymverjurnar, er rákið einans tvey sjómíl ella 1,2 m/sek. Atli Gregersen vísir á, at hetta er mesta rákið, ið laksurin kann svimja í yvir eitt longri tíðarskeið.

Vit hava havt eitt ynski um at ala laks á hesum økinum í longri tíð, og við hesari loysnini er tað nú ein møguleiki. Hetta hevur tikið fýra ár at koma á mál við hesum. Arbeið byrjaði í 2019, har mátingar, tekning av streymverjum o.a. fór fram. Í 2021 fóru vit ígongd við eina roynd við nótum, og á sumri í 2022 var ætlanin førd á mál við tveimum streymverjum og tilhoyrandi nótum.”

Les greinina í fullari longd á enskum á Fishfarmingexpert her!

Onnur tíðindi