
Mekanikarar til trukkdeildina hja KJ Tórshavn
Vegna økt virksemi, søkja vit eftir mekanikarum til smiðjuna í Tórshavn, at byrja skjótast gjørligt.
Vit bjóða m.a.:
- Eitt arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott handverk.
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur í smiðjuni og kring landið.
- Eitt mennandi og spennandi umhvørvi við góðum starvsfelagum.
- Egnan montørbil
- Upplæring og skeið verða givin
- Matarskipan
- Góðar tryggingar
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum, sum geva góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Sum mekanikari hjá okkum kemur tú í stóran mun at taka tær av umvælingum, eftirlitum og klárgering av trukkum frá Linde, umframt at annað vanligt smiðjuarbeið av aðrari útgerð kann væntast. Vit hava skipaði viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið.
Vit vænta av tær:
Tað er umráðandi at tú hevur góð samstarvsevnir, og evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tað er eisini eitt krav at tú hevur koyrikort til persónbil. Fyrimunur er um tú hevur útbúgving sum maskinsmiður, entreprønørmekanikari ella líknandi. Royndir við sýn og viðlíkahaldi av trukkum og liftum er eisini ein fyrimunur.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.
Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jan Brixen Sørensen á tlf. 58 88 51 ella Karl Magna Hammer á tlf. 588849.
Umsókn
Umsókn við avritum av viðkomandi skjølum og møgulig viðmælir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 03. mai 2026. Søk starvið við at fylla út frymilin á heimasíðu okkara ella send ein teldupost til starv@kj.fo