
Leynabrúgv nýggjasti báturin hjá bakkafrosti
Leynabrúgv er fyri fáum døgun síðani latin Bakkafrosti, sum skal nýta tvíkiljuna til sítt alivirksemi í norðoyggjum. Leynabrúgv er nýggjasti báturin í flotanum hjá felagnum og hann er nýbygningur nummar 56 hjá KJ.
Báturin er 15,5 metrar langur og 7 breiður, og hevur tveir Iveco motorar á 420 hestar hvør. Báturin er merktur 30 tons. Skrokkurin er bygdur í Letlandi eftir tekningum frá KJ Hydraulik.
KJ er byggiharri og hava undirveitarar gjørt timbur, el- og radioarbeiðið. Tvíkiljan er væl útgjørd við 115 kVA ljósmotori, 15 tons dekksspælið 3 og 1 tons koppum og einum 50 Tonsmetur stórum Palfinger krana. Báturin hevur alla nýmótans nautiska, radio og trygdar útgerð.
Navn
Leynabrúgv
Heimstaður
Haraldssund, Føroyar
Byggiár
2020
Bygginummar
NB 56
Longd
15,5 m
Breidd
7 m
Bruttotons
45,4 BT
Motorar
2x Iveco 420 hk
Eigari
Bakkafrost

Onnur tíðindi

KJ handað Cooke Aquaculture nýggja tvíkilju

Nýggj tvíkilja bygd til føroyska alifyritøku

KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til Bakkafrost Farming

Gjáarnev verið á beding hjá KJ
